Í USA hevur fregnartænastan CIA gjørt av at kanna eina bók, sum ein fyrrverandi løgreglumaður hevur skrivað um yvirgangsatsóknirnar tann 11. september í 2001 og ymisk viðurskifti í sambandi við atsóknirnar.
Bókin eitur The Black Banners: The Inside Story of 9/11 and the War Against Al-Qaeda, og tað er fyrrverandi FBI-maðurin Ali Soufan, sum hevur skrivað hana. Tað hevur ljóðað, at CIA vil hava hann at koyra fleiri kapitlar burtur úr bókini, men tað avsannar fregnartænastan. Talsmaðurin hjá CIA sigur, at fregnartænastan vil bara tryggja sær, at høvundurin ikki avdúkar loyndarmál, sum kunnu skaða landsins trygd, verða tey almannakunngjørd.
Forlagið, sum ætlar sær at geva bókina út, sigur, at bókin kemur út við teimum broytingum, sum CIA krevur. Ætlandi kemur bókin út tann 11. september, tá 10 ár eru liðin síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon.









