USA og ES eru í øðini, tí stjórnin í Iran hevur gjørt av at taka arbeiðið á kjarnorkuverkunum uppaftur, og ES hótti í dag við at leggja málið fyri trygdarráðið hjá ST.
Men sambært einari nýggjari bók, sum eru komin út í USA, kunnu amerikanararnir kanska takka sær sjálvum fyri, at Iran er komið so langt á kjarnorkuøkinum. Í bókini verður greitt frá, at í 2000 gjørdi umsitingin hjá Bill Clinton, forseta av at lata iranum ymsar upplýsingar um kjarnokuløðingar. Men amerikanararnir høvdu lagt eina villu í upplýsingarnar, soleiðis at løðingarnar kundu ikki bresta.
Tað eydnaðist CIA at fáa ein fyrrverandi sovjetskan kjarnorkuverkfrøðing at geva iranum tær skeivu upplýsingarnar, men vanlukkutíð varnaðist hann villuna og segði iranum frá. Harafturímóti segði hann einki við CIA, og amerikanararnir vóru tí í góðari trúgv stendur í bókini.
Í bókini stendur eisini, at Iran hevði longu fingið tær røttu kjarnorkuupplýsingar úr Pakistan, men at tað er lítil ivi um, at upplýsingarnar úr USA kortini hjálptu iranum.
Tað er James Rison, blaðmaður hjá New York Times, sum hevur skrivað nýggju bókina. Hann heldur, at royndin hjá CIA at villleiða Iran er eitt tað størsta mistakið, sum amerikanska fregnartænastan hevur gjørt í nýggjari tíð.
- Vit góvu teimum kjarnorkutekningarnar í hondina, skrivar Rison.