Blaðið veit at siga, at CIA fekk fatur á tí níggju ára gamla Yousef al-Khalid og tí sjey ára gamla Abed al-Khalid undir einum átaki í Pakistan í september í fjør. CIA leitaði tá eftir Khalid Sheihk Mohammed, og undir einari húsarannsókn komu menn hjá fregnartænastuni fram á teir báðar smádreingirnar, skrivar Washington Post.
Khalid Sheikh Mohammed var í somu húsunum, men tað eydnaðist honum at flýggja, áðrenn CIA kom hagar. Teir báðir smádreingirnir og ein maður vórðu verandi eftir, og hóast teir royndu at fjala seg, vórðu teir tiknir.
Síðani handtøkuna hava teir báðir dreingirnir verið í varðhaldi hjá pakistansku trygdartænastuni, men um vikuskiftið vórðu teir fluttir við flogfari til USA. Tað váttaði CIA sunnudagin, og sagt varð, at dreingirnir eru á einum loyniligum staði.
Í USA ætlar CIA at avhoyra teir báðar smádreingirnar fyri at vita, hvat teir vita um virksemið hjá pápanum. Ein talsmaður hjá CIA sigur við Washington Post, at teir báðir dreingirnir fáa góða viðferð, men at fregnartænastan kortini ætlar at kanna, hvat teir báðir vita um pápan, ella um teir yvirhøvur vita nakað um, hvat hann hevur tikist við.
Samstundis verður 37 ára gamli pápi teirra avhoyrdur á amerikansku herstøðini Bagram í Afghanistan. Washington Post skrivar, at hann hevur fingið at vita, at CIA hevur synir hansara í varðhaldi, og á tann hátt vónar fregnartænastan at fáa hann at siga tað, sum hann veit um al-Qaeda og at avdúka, hvar sjálvur leiðarin í al-Qaeda, Osama bin Laden, er.









