Íbirtarin av MPV-bilunum, Chrysler Voyager, kemur nú í nýggjari útgávu, sum er fjórða generatión
Tað var Chrysler Voyager sum í 1984 legði grundstøðið undir MPV-bilunum. MPV stendur fyri "Multi Purpose Vehicle" ella á donskum"Altmuligbilen" Teir fyrstu Voyager vóru ein einføld og praktisk konstruktión, har sera avmarkað var við koyrieginleikar og trygd.
Góðan dieselmotor
Nú eru koyrieginleikarnir og trygdin á høgum støði, og nýggi Voyager er ein heilskapaður bilur sum fæst við 4 og 6 syl. motorum. Fólk frá FDM, ið hava royndarkoyrt fleiri av bilunum, siga at tann nýggi 4 syl. torbodiesel motorurin við commonrail-innspræning, roynist væl, hevur góða kraft, og er sera orkusparandi.
Kelda: FDM / Motor
Nýggjasta útgávan av Chrysler Voyager, bilurin sum legði grundstøðið undir MPV bilunum