Orsøkin er, at italsku Lancia eru partur av Fiat-konsernini, sum eigur 20 prosent av Chrysler í USA. Nú er so avgerð tikin um at Chrysler bilarnir, ið verða seldir í Evropa, skulu marknaðarførast sum Lancia, sum annars er luksusbilmerkið hjá Fiat.
Chrysler skifta tó ikki til Lancia í Stórabretlandi og Írlandi, har Lancia ikki verða seldir. Amerikonsku Jeep, sum eru partur av Chrysler, skulu tó framvegis marknaðarførast sum Jeep í Evropa.
Fiat stjórin Sergio Marchionne roknar við, at sølan av amerikansku Lancia bilunum verður meira enn tvífaldað í 2014.









