Amerikanska bilverksmiðjan Chrysler kunngjørdi í gjár, at hon ætlar at siga 10.000 fólkum úr starvi næsta ár afturat teimum 13.000, sum fyrr hava fingið fráboðan um uppsøgn. Fyritøkan sigur, at sølan í ár er á einari leið, men at roknað verður við minni sølu næsta ár. Fyri einum ári síðani keypti amerikanska íløgufyritøkan Ceberus 80 prosent av partabrøvunum í Chrysler, og fyritøkan ásannar, at útlitini eru versnað nógv hetta árið.
Tíðindi










