Amerikanska íleggingarfelagið Cerberus Capital Management hevur gjøgnum eitt dóttirfelag yvirtikið 80,1 prosent av partabrøvunum í Chrysler-konsernini. Keypsprísurin var 5,5 milliardir evrur – umleið 41 milliardir krónur. DaimlerChrysler í Stuttgart í Týsklandi eiga nú 19,9 prosent av partabrøvunum. Hetta upplýstu stjórin í DaimlerChrysler, Dieter Zetsche, og stjórin í Cerberus Capital Management, John Snow, á tíðindafundi.
Chrysler framleiða bilmerkini Chrysler, Dodge og Jeep.










