Chrome lurtar eftir brúkaranum

Í nýggjasta útgávan av Google Chrome dugir kagin eisini at lurta eftir, hvat sagt verður.

Google Chrome heldur áfram at taka alt størri marknaðarpart innan internet-kagar – eisini nevndir browsarar. Fremsta orsøkin er helst, at kagin støðugt verður dagførdur, soleiðis at nýggjar og hentar funkur støðugt leggjast afturat.

Nýggjasta versiónin er nummar 25, og her dugir Chrome eisini at skilja tað, sum sagt verður. Við røddini ber soleiðis til at siga, hvat leitast skal eftir, diktera til telduna ella tendra onkra app. Enn dugir kagin ikki føroyskt, so brúkarin má tosa enskt, týskt, spanskt ella okkurt av hinum málunum, sum kagin skilir.