Christopher vitjar í Føroyum

Um vikuskiftið vitjar danski poppsangarin Christopher í Føroyum.

 

Tann 21 ára gamli Christopher gjørdist eitt kent navn í Danmark fyri tveimum árum síðani, tá hann gav út staklagið Against the Odds. Tað gekst honum so mikið væl á tónleikatindunum í Danmark, at hann í fjør gav út fyrstu fløguna, Colours, sum hevur selt væl.

 

Tónleikurin hjá unga poppdronginum er gjørdur við íblástri frá Jason Miraz, John Mayer, Maroon 5 og The Script.

 

Umframt at vera kendur frá tónleikinum hevur nógv verið skrivað um Christopher í donsku miðlunum, eftir at tað bleiv alment, at hann og kenda, danska sangstjørnan Medina, eru par.

 

Christopher fer leygarkvøldið at framføra á dansistaðnum Rex, sum hetta kvøldið hevur lækkað aldursmarki niður á 18 ár.

 

Eisini ber til at uppliva Christopher í Hvonn Live leygarkvøldið klokkan 19.00, har hann fer at greiða frá lívinum í spotlightinum og fer at syngja ein sang.