21 ára gamli Christopher hevur seinasta árið vunnið fram sum poppsangari í Danmark. Hann hevur hittað við sangum sum Against The Odds og Mine Mine Mine. Leygarkvøldið spældi Christopher í Rex í Havn, og hann var eisini gestur í Hvonn Live, har hann spældi ein sang og greiddi frá sínum tónleiki.
Fyrstu ferð, Christopher stóð á palli, var, tá ið hann gekk í 3. flokki í fólkaskúlanum.
- Vit høvdu eitt grand prix á skúlanum, og eg luttók við einum sangi, sum eg sjálvur hevði skrivað. Tað gekk væl, tí eg vann kappingina, og eg vann eisini tvey tey næstu árini, og so luttók eg ikki meira í kappingini, greiddi hann frá.
Men hetta gav unga dreinginum blóð á tonnina at gera meira við tónleikin.
- Eg hevði júst fingið ein gittara, hevði skrivað mínar fyrstu sangir, og vanda sera nógv heima. Eg vildi ikki fara við í X-Factor ella líknandi kappingar. Fyrstu árini var eg sjálvani ov ungur til at verða við, men tá ið eg sá, hvussu tað gekk hjá vinnarunum, so hevði eg ikki hug til tað.
- Tá tú byrjar tína yrkisleið við at syngja framman fyri 50.000 fólkum í Parkini, so kann tað næstan bara ganga ein veg eftir tað. Tí haldi eg, at um tú veruliga vilt tónleikin, mást tú taka tann harða vegin uttan um sjónvarpið og talentsendingarnar og arbeiða teg spakuliga upp.
- Ein vinmaður spurdi meg, hví eg ikki fór til eitt plátufelag og spurdi, um eg kundi sleppa at spæla ein sang fyri teimum. Tað gjørdi eg so, og endin var, at teg fekk plátusáttmála.
Sìðani hevur Christopher fingið fótin fyri seg og livir nú av tónleikinum.










