Filmsleikarin Christopher Plummer er deyður, 91 ára gamal.
Tað vistu útlendskir miðlar at siga í vikuskiftinum.
Sagt verður, at hann andaðist stillisliga í heimi sínum í Connecticut, og hann hevði konu sína, Elaine Taylar, hjá sær. Tey vóru gift í 53 ár.
Plummer kom fram í 1953 í røðini General Motors Presents, og síðani komu størri og smærri leiklutir.
Kendastur er Plummer óivað fyri leiklut sín í The Sound of Music frá 1965, har hann spælir Georg von Trapp.
Plummer fekk mangar viðurkenningar, og kundi m.a. fegnast um Oscar heiðursløn fyri besta hjáleiklut í filminum Beginners. Hetta var í 2011.
Hann var sera virkin og hevði langa yrkisleið.
Í 2017 kom Plummer við stuttum skotbrá við í filmin All the Money in the World, tá Kevin Spacey bleiv ákærur fyri at hava havt ónærisligan atburð. Hann bleiv heilt tikin úr filmsætlanini, sum annars nærum var liðug, og Plummer innspældi partar av filminum, og tók leiklutin sum J. Paul Getty á seg. Plummar var í uppskoti til Oscar heiðursløn fyri leiklutin, men vann ikki.
Plummer var virkin til tað síðsta, og seinastu leiklutir hansara á skíggjanum vóru í 2019. Her var hann við í trimum filmum og í røðini Departure. Hann var eisini í gongd við at leggja rødd til animatiónsfilmin Heroes of the Golden Masks, sum ætlaður er at koma út í ár.