Christopher Lee deyður

Legendan úr Hollywood gjørdist 93 ár.

Lee andaðist 7. juni, meðan hann var innlagdur við hjartatrupulleikum. Legendan gjørdist 93 ár.

 

Christopher Lee var við í mongum "myrkum"  filmum. Kendur er hann m.a. fyri leiklut í Dracula og frá Bond filmi frá 1974, Man with the Golden Gun. 

 

 

Sera kendur er hann óivað eisini sum Saruman í filmunum eftir bókarøðini Ringanna Harri.

Hann var eisini við í Stars Wars filmunum.

 

 

Lee andaðist í London. og andlátið er ikki kunngjørt fyrr enn í dag, tí danska kona Christopher Lee, Birgit Krøncke, vildi geva familjuni boðini fyrst. Tey bæði vóru gift í meira enn 50 ár. (sí mynd)

 

 

Umframt film, so kenna fleiri óivað Christopher Lee fyri tónleikaútgávur innan tungmálmtónleik.