Føroyingar hava aftur í ár møguleika at verða við í heimsins størsta jólatiltaki fyri børn, nevnliga Operation Christmas Child.
Operation Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju fylta við gávum.
Operation Christmas Child byrjaði í 1993 og er partur av vælgerandi felagsskapinum Samaritans Purse. Hvørt ár verða 7-8 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 95 londum. Í fjør vórðu 4.790 eskjur sendar úr Føroyum til Kirgistan. Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Rumenia. Umleið 50 samkomur, meinigheitshús, kirkjur, stovnar, dagtilhald og onnur kring landið skipa fyri innsavning av skógvaeskjum fram til 28. oktober. Børnini fáa eskjurnar um jólini.