Altjóða Gjaldoyragrunnurin kunngjørdi í kvøld, at franski fíggjarmálaráðharrin, Christine Lagarde, er sett í starvið sum stjóri í grunninum eftir landsmannin Dominique Strauss-Kahn, sum mátti leggja frá sær herfyri eftir skuldsetingina um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í New York.
Tann 55 ára gamla Christine Lagarde var handilsmálaráðharri og seinni landbúnaðarmálaráharri, áðrenn hon gjørdist fíggjarmálaráðharri í 2007. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiddi mong ár í tí privata vinnulívinum.










