Christina og Johannes Petersen gullbrúdleyp

Fríggjadagin 24. november kunnu hjúnini Christina og Johannes Petersen í Havn, halda gullbrúdleyp.

Gullbrúdleypið verður hildið fríggjakvøldið Í Pálsstovu frá kl. 18-22, har tey ið ynskja at heilsa upp á Christinu og Johannes, eru vælkomin.
 
Christina er fødd og uppvaksin í Saltangará og Johannes er Rituvíkingur, men tey hava búð meginpartin av sínum lívi í Havn.
 
Foreldrini hjá Christinu vóru Jenny, f. Thorkildshøj, av Toftum, og Debes Danielsen úr Saltangará. Foreldrini hjá Johannes vóru Anna Malene, f. Samuelsen, ættað úr Kollafirði, og Thomas Hans Petersen úr Rituvík.
 
Christina kom sum ung til Havnar, fyrstu tíðina arbeiddi hon í Skálabúðini, annars arbeiddi hon yvir 30 ár hjá Postverkinum í Havn, seinnu árini var hon á Frímerkjadeildini.
 
Sum ungur var Johannes sjómaður. Hann flutti til Havnar at búgva í 1956 og
arbeiddi tey fyrstu árini hjá Viljormi Tórsheim, byggimeistara, áðrenn hann fór at
koyra hýruvogn í Auto í 1960. Hann koyrdi hýruvogn til 1970, tá hann fekk starv á
á Sementstoypivirkinum hjá Una Persson. Hetta starv røkti hann til 1992.
Síðan sigldi hann sum kokkur og avloysari við skipunum hjá Eiler Jacobsen.
 
Christina og Johannes hava verið trúføst har tey hava verið bæði í sínum arbeiði, í familjuni og í brøðrasamkomuni, har tey eru virkin. Tey hava t.d. hjálpt væl til á Zarepta í Vatnsoyrum og í Ebenezer, har Johannes hevur hjálpt til við umbyggingararbeiðunum av hesum báðum bygningunum.   
 
Christina og Johannes eiga tríggjar synir, Debes, sum býr í Havn, Hans í Rituvík og Kári í Funningfirði. Barnabørnini eru 15 í tali, og eitt langommu- og langabbabarn .