Christina hittar í Tivoli

Í hesum døgum er føroyska Christina E. Mørkøre við í sokallaðum teaturkonsertum í glassalinum í Tivoli. Heitið á framførsluni er Jukebox, og ummælini í donsku bløðunum hava verið ógvuliga góð.

 

Fram til hálvan juni syngur og dansar havnardaman saman við ellivu øðrum solistum til sangir hjá kenda komponistinum Bent Fabricius-Bjerre.

 

Undir konsertini verða ikki færri enn 24 sangir hjá Bent Fabricius-Bjerre framførdir. Ímillum mongu sangirnar eru eyðkennisløgini til eitt nú Matador, Olsen Banden og Alley Cat.

 

 

Niðanfyri ber til at hoyra Christinu E. Mørkøre greiða frá.