Christianskirkjan var fullsett

Afturvendandi jólaguðstænastan hjá skúlunum í Klaksvík var í Christianskirkjuni í morgun kl. 10.30 ? Henda løtan er altíð ein serlig og hugtakandi løta

Kirkjan var fullsett, og børnini sungu sum einglar ? serliga er tað Gelðilig jól, sum fekk takið at lætta sær á í kirkjuni.

Hanus Simonsen var prestur, og dugdi hann serliga væl at rúnarbinda børnini við søgum sínum úr og um jólaboðskapin.

Barnakór sungu, nógvur felagssangur og ein fitt lítil genta læs útgangsbønina, sum ein annar prestur ella deknur.

Jú, jólini eru av røttum byrjað.