7. juli verður Christianskirkjan í Klaksvík 50 ár.
Hetta verður hátíðarhildið á ymsar hættir dagarnar undan føðingardegnum.
Altartalvan hevur fingið eina høvuðsumvæling, og nú stendur hon við klárum litum, sum tá ið hon varð málað í 1901. Eisini eru nýggir stólar gjørdir til kirkjuna, og teir verða tiknir í nýtslu til hátíðarhaldið,
Høvið verður at síggja eina framsýning, sum lýsir søguna hjá kirkjuni, umframt at eitt nýtt listaverk verður avdúkað í kirkjukjallaranum. Danska sjónleikarkvinnan Lone Hertz fer at hava upplestur úr Opinberingini, og urgukonsert verður við danska urguleikaranum Finn Evald. Eisini verða konsertir við Klaksvíkar Hornorkestri og Kirkjukórinum, umframt at bispur fer at hugleiða á eini hugnaløtu.
Sum vera man verða eisini fleiri serligar gudstænastur á skránni, millum annað felagsmøti og ungdómsgudstænasta, og føðingardagshaldið endar við eini hátíðarmessu sjálvan føðingardagin 7. juli.










