Christiansborg er sum ein barnagarður

Fleiri av teimum, sum vórðu vald í Fólkatingið á valinum fyri fýra mánaðum síðani, eru ovfarin av arbeiðslagnum og orðaskiftinum í tinginum.

-Fólk standa og rópa eftir hvør øðrum á ein hátt, sum vóru tað børn í einum barnagarði. Eg eri vís í, at hevði hetta hent í einari privatari fyritøku, høvdu fólk verið boðsend til eina álvarssama samrøðu, sigur Mette Block, sum er nýggjur fólkatingslimur hjá Liberal Allinace, við Politiken. Sambært blaðnum taka nývaldir tinglimir hjá Sosialdemokratunum, Danska Fólkaflokkinum og Eindarlistanum undir við henni.

Mogens Lykketoft, fólkatingsformaður, og Bertel Haarder, fyrsti næstformaður, eru partvíst samdir við teimum nýggju tinglimunum. Mogens Lykketoft sigur við Politiken, at tað er tørvur á einari mentanarkollvelting, og Bertel Haarder sigur tað vera gott, at tey ungu siga sína meining.

Christian Kock, sum er professari í retorikki, sigur við blaðið, at ein partur av frágreiðingini er, at orðaskifti og samráð hjá Fólkatinginum verða send á tingsins egnu sjónvarpsrás, og at politikararnir vænta sær okkurt burtur úr at finnast at hvør øðrum. Professarin gevur eisini fjølmiðlunum ein part av skyldini, tí teir lýsa politikk sum nevaleik.