Christian vitjar Summartíð

Í gjár kom tað fram, at Christian Restorff Mouritsen, sum seinastu árini hevur spælt fyri enska felagið Manchester City, kemur heimaftur til Føroya at spæla fótbólt. Spæliloyvið hjá Christiani er flutt til barndómsfelagið HB, har hann skal spæla fyribils.

 

Hvussu er tað at leita heimaftur at spæla fótbólt, og hvussu fekk Christian boðini um, at hann skuldi ikki halda fram í Manchester City?

 

Christian svarar hesum og fleiri spurningum, tá vitjar á Rás2 í morgun.

 

Lurta eftir Summartíð millum 9 og 12.