Christian vann við eykaliðnum

Eykaliðið hjá Manchester City spældi um vikuskifti sín fyrsta venjingardyst í summar. Dysturin var ímóti Stalybridge Celtic, og City vann dystin 2-1. Christian Restorff Mouritsen venur vði eykaliðnum hjá Manchester City, og hann byrjaði eisini á vøllinum í hesum venjingardystinum. Christian var tó ikki millum málskjúttarnar. Málið hjá City vardi Kasper Schmeichel, sum er sonur Peter Schmeichel.