Christian tvífaldur málskjútti

Á landsliðnum hevur hann seinastu tíðina havt fleiri stórar málmøguleikar, uttan at tað hevur eydnast honum at finna meskarnar, og í superliguni hevur hann ofta vunnið fulla úrtøku burtur úr minni málmøguleikum enn teimum, sum hann hevur misnýtt á landsliðnum.

Tað hava liðfelagarnir á landsliðnum ofta mint Christian Lamhauge Holst á, og eftir superligu uppgerðina millum Lyngby og Silkeborg í dag hava liðfelagarnir á landsliðnum saman við øllum øðrum staðfest, at tá ið hann umboðar Silkeborg hevur Christian Lamhauge Holst nøs fyri møguleikum og at fáa mál burtur úr teimum.

Silkeborg vitjaði í Lyngby, og Silkeborg vann 2-0. Christian Lamhauge Holst skoraði bæði málini. Hann var sjálvandi fegin um málini og serliga um sigurin, sum ber við sær, at Silkeborg slapp eitt sindur burtur frá niðurflytingarstrikuni, men Christian metti ikki seg sjálvan at hava framt serliga gott avrik:

- Eg fari ongantíð at liva at skjótleikanum. Men í dag kendi eg meg serliga tungan og seinan, og so er tað fínt, at eg stóð á rætta staðnum røttu løtuna, segði føroyski landsliðsspælarin við donsku pressuna eftir sigurin í Lyngby.