Christian til Íslands

Kristján Guðmundsson var ikki leingi venjari hjá HB. Eftir at hann hevði fingið sekkin, fór hann aftur til Íslands, har hann nú er venjari hjá Vali.

Men hóast úrtøkan í HB ikki var tann, sum hann hevði vónað, so tykist tað sum um mánaðirnir í Føroyum ikki vóru til fánýtis.

Fyrr í dag kom tað fram, at Valur hevur skrivað tvey ára sáttmála við Pól Jóhannus Justinussen í B68.

Í kvøld veit íslendska Morgunblaðið at siga, at Valur er áhugað í einum øðrum føroyskum spælara.

Talan er um Christian R. Mouritsen í B36. 22 ára gamli framrættaði spælarin, sum í ár var liðformaður á U-21 landsliðnum, og sum hevur spælt seks ferðir á a-landsliðnum, skal til Val í Reykjavík, har tað í fyrsta umfari verður talan um royndarvenjing.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Christian R. Mouritsen fer at royna seg uttanlands. Hann hevur áður verið yrkisspælari í Manchester City.

Í farna kappingarári spældi Christian R. Mouritsen 26 dystir í Vodafonedeildini, og saman við Jákupi á Borg og Hjalgrími Elttør var hann B36 toppskjútti við sjey málum.