Christian úti við skaða

Christian Restorff Mouritsen hevur verið úti við skaða í 2 mánaðir, men nú vónar ungi føroyingurin í Manchester City, at hann skjótt verður klárur aftur

Christian Restorff Mouritsen má helst sigast at vera størsta talentið í føroyskum fótbólti í dag. Hann leikar fyri enska felagið Manchester City, sum spælir í bestu ensku deildini, Premier League.
Christian er júst vorðin 18 ára gamal, og hann spælir við U-19 liðnum hjá Manchester City. Síðstu tveir mánaðirnar hevur hann tó verið úti við skaða í lyskuni, men nú vónar hann, at hann skjótt gerst klárur aftur at spæla.
 
Landsliðið
Fyri ikki so langari tíð síðani tók føroyski landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, út ein hóp av leikarum, sum skuldu til landsliðsvenjingar. Endamálið við hesum venjingum var at savna ein hóp saman, sum skal til venjingarlegu seinni í ár. Her høvdu nógv vænta, at Christian R. Mouritsen fór at vera millum nøvnini, men so var ikki. Ungi havnarmaðurin er tó ikki so skuffaður av hesum.
- Eg havi ikki tosað so nógv við landsliðsvenjaran síðsta hálva árið, men tað hugsi eg ikki so nógv um. Eg eri bara 18 ára gamal, so fyri meg ræður fyrst og fremst um at koma á ungdómslandsliðini. Kanska fyrst og fremst á U-19, men nú fer arbeiði við U-21 landsliðnum eisini at byrja, so tá fái eg vónandi eisini høvi at royna meg har, sigur Christian, sum tó hevur roynt at vant við A-landsliðnum onkuntíð fyrr.
 
Gongur væl í Manchester
Annars hevur gingið stak væl hjá Christian og hansara liðfeløgum í Manchester City hetta kappingarárið. Nú hevur føroyingurin ikki verið við síðstu tveir mánaðirnar, men U-19 liðið hjá Manchester City liggur á odda í teirra bólki, og hetta er Christian væl nøgdur við.
- Tað hevur gingið sera væl hjá okkum í ár. Vit liggja í løtuni á odda í okkara bólki, og minnist meg rætt, so eru vit 7 stig frammanfyri næsta liðið í røðini.
Hetta má metast at vera eitt sera flott úrslit, tí bólkurin, har Christian og hansara liðfelagar leika, telur feløg sum Bolton, Leeds og hitt stórfelagið í Manchester, Manchester United.
 
Droymir um Premier League
Christian Restorff Mouritsen er einasti føroyski leikari í løtuni, sum spælir fyri eitt Premier League felag. Hann dylur heldur ikki fyri, at dreymurin hjá honum er at enda í bestu ensku deildini.
- Ætlanin hjá mær er sjálvandi at koma á besta liðið hjá felagnum. Enn eri eg helst ov ungur at koma á Premier League-liðið, men komandi árini vóni eg at vera partur av besta liðnum hjá Manchester City. Vónandi kann eg eisini røkka enn longur, soleiðis at eg kann koma til eitt av størstu feløgunum í Premier League.
Hann ásannar tó, at hetta kann gerast trupult og sigur, at hann fyrst og fremst ætlar sær at gerast frískur og koma í form, so at hann aftur kann leika fyri U-19 liðið hjá Manchester City.