Christian stýrdi fundinum

Í mun til flestu av undanfarnu fundum, so var tað ikki Jógvan Arge, sum var orðstýrari.

Óli Holm, forseti, greiddi við fundarbyrjan frá, at hetta nú einki hevði at gera við, at FSF argaðist inn á Arge-mannin.
Í nýggja lógarverkinum, sum partvíst varð samtykt í fjør, stendur, at fundarstjórin skal vera løgfrøðingur, og tað var hetta, sum var orsøkin til skifti á sessinum.