B36 skrivar á heimasíðu sínari, at felagið fekk Kappingarnevndina at umhugsa málið av nýggjum, eftir at nevndin upprunaliga tók avgerð um, at spæliloyvið ikki skuldi flytast.
- B36 hevur alla tíðina átikið sær fulla ábyrgd fyri umsitingarliga mistakið, men vísti samstundis á, at tað var heilt greitt ikki talan um ætlanir at lumpa nakað ígjøgnum. Longu beinanvegin tíðliga í juli høvdu HB og B36 avgreitt síni viðurskifti viðvíkjandi spælaranum, HB hevði á sínari heimasíðu sagt spælaranum farvæl og B36 hevði á sama hátt boðið honum vælkomnum, Kringvarp og bløð høvdu boðað frá flytingini og Christian Mouritsen gleddi seg til at sleppa í gongd í B36, stendur at lesa á heimasíðuni.
Samstundis, sum B36 fegnast um, at málið nú er avgreitt, ber ikki til lata vera við at undrast á, at viðgerðin í kappingarnevndini skuldi taka so langa tíð. Ein tíð, sum er burturspilt bæði fyri B36 og ikki minst Christian Restorff Mouritsen.
Í stuttari viðmerking til heimasíðuna sigur Kristjan á Neystabø, B36-formaður.
- Eg fegnist um at málið nú er avgreitt, og nú verður hugt frameftir. Serliga fegin eri eg tó Christian Mouritsensa vegna.