Í kvøld verður Jónas Þór Næs høgri vongverji á føroyska landsliðnum, sum fer at spæla í Graz ímóti Eysturríki. Jónas er sera nærlagdur, og hann er sjálvskrivaður á vongverjanum.
Jónas umboðar Frem í donsku 1. deildini. Higartil í ár hevur tað ikki gingið so væl hjá Frem, sum hevur fingið eitt stig og er niðast á støðutalvuni.
Venjarin, Christian Andersen, hevur ikki mist mótið um, at tað skal eydnast at varðveita plássið í næstbestu deildini, og hann heldur, at spælið hongur betri og betri saman. Hann ásannar tó, at tað skjótt er neyðugt at vinna stig, um sjálvsálitið skal varðveitast.
Í morgin fer Frem at spæla á Odense Atletik Stadion ímóti FC Fyn. Venjarin sigur seg hava gott mót, men hann sigur seg harmast um, at Jónas Þór Næs ikki verður við í ferðalagnum til Odense:
- Tíverri er Jónas ikki tøkur. Hann spælir landsdyst fyri Føroyar og verður tískil ikki tøkur í annaðkvøld, sigur venjarin.
Jónas verður ikki tøkur til venjingar í Frem fyrrenn hóskvøldið. Hann skal spæla í kvøld ímóti Eysturríki og mikudagin skal hann spæla á heimavølli ímóti Litava.