Christian R. Mouritsen til HB

Føroyski landsliðsleikarin verður eftir eitt ár í íslandskum fótbólti aftur at síggja í Føroyum. Fyrrverandi Manchester City miðvallarin skal komandi ár aftur spæla í reyðu og svørtu HB-troyggjuni.

 

Christian R. Mouritsen hevur umboðað flestu av føroysku U- landsliðnum og hevur spælt átta EM undankappingardystir fyri A-landsliðið og skotið eitt mál sambært faroesoccer. Christian R. Mouritsen er uppvaksin í HB, men skifti á ungum aldri til enska Manchester City.

 

Í 2008 kom hann aftur til HB áðrenn hann í 2009 skifti til B36. Í fjør skifti hann saman við Pól Jóhannusi Justinussen og Jónasi Tór Næs til íslendska Valur.

 

HB hevur í ár havt eitt kappingarár, har einki riggaði og endamálið eftir summarsteðgin hjá FM vinnarinum frá 2009 og 2010 varð at yvirliva í bestu deildini.

 

Sambært heimasíðuni hjá HB, so lovaði felagið á ársveitsluni at styrkja hópin til komandi kappingarár.

 

(Mynd: www.hb.fo)