Christian Poulsen til Fraklands

Liverpool hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt semju við franska felagið Evian, um at danin Christian Poulsen kann spæla fyri franska felagið í framtíðini. Nú kunnu danin og Evian so fara undir beinleiðis sáttmálasamráðingar.

 

Evian keypti herfyri fyrrverandi Brøndby-málverjan Stephan Andersen, og felagið hevur eisini leigað danska verjuleikaran Daniel Wass.

 

Christian Poulsen hevur ikki spælt á Liverpool-liðnum í longri tíð, og hann er heldur ikki í danska landsliðshópinum til dystin ímóti Noregi í Keypmannahavn tann 6. september.