Tað skrivaði heimasíðan hjá fyrrverandi felagnum hjá Christian Poulsen, italska Juventus, tíðliga í morgun. Seinni váttaði almenna heimasíðan hjá Liverpool somu tíðindi.
Søgurnar hava gingið leingi, og Christian Poulsen hevur eisini verið í Liverpool í vikuni til læknakanning. Í morgun gjørdist slatur og gitingar til veruleika, tí Christian Poulsen og Liverpool hava skrivað undir sáttmála.
Tað er nýggi venjarin hjá Liverpool, Roy Hodgson, sum hevur fingið danska stríðsmannin til Liverpool. Christian Poulsen gjørdist tað heilt stóra navnið, tá Roy Hodgson var venjari í FCK. Síðani hevur tað ofta ljóðað, at Hogdson hevur ynskt Poulsen aftrat sínum hópi sínum. Bæði í Udinese og Fulham gingu søgurnar, men tað bleiv altso í Liverpool, at teir funnu saman aftur.
Talan er um ein trý ára sáttmála, sum Liverpool hevur gjørt við Christian Poulsen. Danin er 30 ára gamal og hevur spælt 77 landsdystir.