Nógvir prísir blivu latnir á kvøldinum, samstundis sum gestirnir sóu nógvar av góðu hendingunum, sum donsk ítróttarfólk hava upplivað ígjøgnum júst farna árið. Ein av teimum, sum bleiv heðiraðu hetta kvøldið, var fótbóltsleikarin, Christian Poulsen. Annað árið á rað bleiv hann valdur til ársins fótbóltsleikara í Danmark frammanfyri góðar menn sum Thomas Kahlenberg, Daniel Agger og Jesper Christiansen. Tað vóru leikarar, sum valdu Christian Poulsen til ársins leikara.