Stórur spenningur var um júst henda dystin, tí tað í fyrstu umførunum hevur gingið heilt av skriðuni hjá Brøndby.
Fyrsta stóra tíman gekk tað javnt á. Christian Lamhauge Holst var á vøllinum alla tíðina, og hann var finur spælskipari hjá Lyngby. Tem Hansen var ikki á vøllinum. Christian hevði góðan møguleika at gera mál í 1. hálvleiki, men hann rakti ikki bóltin nóg væl.
Eftir 70 minuttir fekk Brøndby hol á, og teir vunnu at enda 3-0.










