Christian og teir spældu javnt

Christian Lamhauge Holst byrjaði inni, tá Silkeborg á heimavølli spældi javnleik 2-2 ímóti Lyngby í donsku SAS-liguni í dag.

 

Talan gjørdist um eitt satt vónbrot fyri Christian L. Holst og liðfelagarnar, sum eitt skiftið vóru á odda 2-0. Rajko Lekic legði Silkeborg á odda 10 minuttir undan steðginum, og um miðjan seinna hálvleik økti Jesper Bech til 2-0. Men bert fimm minuttir seinni minkaði Kim Aabech um munin til 2-1. Og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Ayoub Sørensen fyri Lyngby.

 

Christian L. Holst fekk 61 minuttir á vøllinum í dag. Við heimasíðuna hjá Silkeborg sigur Christian L. Holst, at: - Tað er sjúkliga ergiligt og óuppiborið, at vit ikki vinna í dag. Vit vóru nógv betri enn teir, og eg skilji ikki hvussu vit ikki kundu vinna handan dystin, sigur føroyski landsliðsspælarin.

 

Silkeborg hevur bert eitt stig aftaná trý umfør, og kom tað tí dátt við, at teir ikki tóku øll trý stigini í dag. Leygardagin spælir Silkeborg á útivølli ímóti AaB norðuri í Aalborg.