Christian og Johan Símun við Newcastle

Liðskiparin og stórskjúttin hjá føroyska U21-landsliðnum, spældu í gjár við eykaliðnum hjá Newcastle

Fótbóltur

Teir báðir hava í ár verið millum profilarnar á føroyska U21-landsliðnum, sum hevur fingið framúr úrslit. Millum annað við 1-0 sigrinum á Russlandi, har Colin Calderwood, sum er fyrstaliðsvenjari hjá Newcastle, var millum áskoðararnar.
Og nú eru teir í Newcastle til royndarvenjingar, og á heimasíðuni hjá felagnum verður skrivað, at teir báðir spældu við í dystinum hjá eykaliðnum móti skotska Hibernian.
Dysturin endaði 2-2, eftir at Newcastle annars hevði verið á odda 2-0. Millum liðfelagarnir hjá teimum báðum vóru menn sum Geremi Nijtap og Shola Amoebi, sum báðir hava spælt nógvar dystir í ensku Premier League.
Johan Símun Edmundsson spældi allan dystin á miðvøllinum fyri Newcastle, meðan Christian Restorff Mouritsen varð skiftur út eftir góðum tíma.
Teir báðir spælararnir koma aftur til Føroya í dag.