Christian og Ari í dysti fyri Silkeborg

Bæði Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson vóru við, tá eykaliðið hjá Silkeborg í vikuni spældi móti Randers FC.

 

Tað vóru tveir føroyingar á vøllinum, tá Silkeborg tapti 2-1 fyri Randers mánakvøldið. Christian Lamhauge Holst hevur ikki havt sítt besta tíðarskeið seinastu tíðina og spældi 82 minuttir.

 

18 ára gamli Ari Mohr Jónsson, sum fyri stuttum gjørdi sáttmála við Silkeborg, var við allan dystin. Randers vann 2-1, eftir at Silkeborg hevði verið á odda 1-0.

 

Silkeborg er í bólki við FC Midtjylland, Randers, AC Horsens, Brøndby og Esbjerg í eykaliðsdeildini.

 

Mynd 1: (Silkeborgif.dk) Ari Mohr Jónsson(Nummar tvey frá vinstru í reyðum) í nærdysti við Randers spælara. Bakgrundin er ein stór plakat og tí sær myndin nakað tilgjørd út.

 

Mynd 2: (Silkeborgif.dk) Christian Lamhauge Holst(t.v) roynur seg við skoti