Christian Nagata nevndarformaður í Shell

P/F Føroya Shell hevur fingið nýggja nevnd, eftir at A/S Dansk Shell herfyri seldi øll partabrøvini. Christian Nagata er nýggjur nevndarformaður Nýggj nevnd hevur tikið við í P/F Føroya Shell, eftir at íslendska felagið, Skeljungur, fyri einum mánaði síðani keypti øll partabrøvini í P/F Føroya Shell frá A/S Dansk Shell.

Nýggja nevndin er mannað av trimum føroyingum og tveimum íslendingum, og hon hevur skipað seg við Christian Nagata sum formanni. Næst formaður er Gunnar K. Guðmundsson, og hinir nevndarlimirnir eru Oddbjørg Højgaard, Jens Meinhard Rasmussen og Petur M. Haraldsson.

P/F Føroya Shell, sum selur vørur og tænastur til skipaflotan, almennar fyritøkur, ídnaðarvirkir og privat, heldur fram at virka undir Shell-búmerkinum.