Christian Mouritsen um Múrin

Planetin spyr fólk við Múrin, hvat tey halda um festivalin Hví ert tú við Múrin?

Eg vildi fyrst og fremst heilsa upp á fólk, men sjálvandi vil eg eisini hoyra tóneilkin.

 

Hvar býrt tú við Múrin?

Eg koyri sjálvur ímillum, tí nú fótbólturin er, so drekkur mann ikki.

 

Hvat er tað besta?

Tað er at heilsa upp á fólk, tí tað er ofta langt ímillum mann sær summi. Men eg gleði meg eisini heilt nógv til Tiesto.

 

Hvat er tað ringasta?

Tað er uttan iva, at tað kostar soo nógv fyri ein einstakan dag.

 

Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

At síggja fólk og at hoyra Tiesto.

 

Hevur tú skorað við Múrin?

Nei, eg eri júst komin, og tað er ikki nakað eg planleggi við, men mann er single, so mann veit ongantíð, hvat kann henda. Ella ja, mann fær at síggja.

 

Ert tú bilsin av nøkrum?

Nei. Eg eri ikki bilsin av nøkrum. Tað hevur higartil verið júst, sum eg roknaði við.

 

Hevur tú fingið svínakrím?

Nei, eg havi ikki fingið tað. Og tað ætli eg mær í hvussu so er ikki.

 

Verður tú allar dagarnar?

Eg var ikki í gjár, men nú eri eg. Kanska eg eisini í morgin. Men tað veldst, hvussu gott tað verður í kvøld. Verður tað fantastiskt, so veri eg eisini í morgin.