Christian Matras 100

Meðan farna vika stóð í Jørgin-Frantz?sa tekni, so fer komandi vikan at standa í tekni Kristian á Brekkumørks. Tað er yrkjarin og granskarin Chr. Matras. Hundrað ára dagur hansara er hósdagin hin 7. desember. Tað er í hesum sambandi, at Heðin M. Klein settur leiðari á Skúlabókagrunninum, her í blaðnum hugleiðir um Chr. Matras.

 

Birgir Kruse

Hósdagin og teir báðar fylgjandi dagarnar skipa Fróðskaparsetrið, Fróðskaparfelagið, Landsbókasavnið, Rithøvundafelagið og Norðurlandahúsið fyri ymsum tiltøkum, sum øll taka støði í lívi og verki Kristians.

?Hans minsta skaparverk er stórt? kallar Martin Næs sín fyrilestur hósmorgunin, har greitt verður frá um týðingarnar hjá skaldinum. Síðini fer Andrias Justesen stud. mag. av Viðareiði at røða um náttúruskaldskapin hjá Kristiani Matras. Heitið er ?Heimurin í døggdropanum; ævinleikin í løtuni?. Framm móti middegi fer íslendski orðabókarithøvundin Guðrún Kvaran at greiða frá um søguna hjá orðabók Háskúlans í fortíð, nútíð og framtíð. Fyrilestrarnir verða á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Um kvøldið hendan hundrað ára føðingardag, verður sømdargáva úr Grunni Kristians á Brekkumørk latin í Norðurlandahúsinum. Fyrst hevur Malan Marnersdóttir rektari inngangsorð og síðani verður gestafyrilestur við donsku Jonnu Louis Jensen professara. Tá er komið á mál og sjálv handanin av ársins sømdargávu kann fara fram. Á hundrað ára degi Kristians, sum leggur navn til grunnin. Tað verður Jógvan í Lon Jacobsen sum handar gávuna.

Fríggjamorgunin verða tveir fyrilestrar á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Norðmaðurin Trygve Skomedal fer at røða um føroyskt kvæðamál og føroyska málsøgu. Skomedal er professari í Oslo. Seinna fyrilesturin henda fyrrapartin heldur Jóhan Hendrik Winther Poulsen professari. Yvirskriftin er ?Orðamaðurin Chr. Matras?. Um fyrilesturin sigur Jóhan Hendrik: ?Orðhagur var Chr. Matras fram um mangan. Kunnleika til føroyskan málarv og skaldsins hugflog hjálptu tíð pum málinum ?úr síni orðaleysu neyð?. Givin verða dømi um orð, ið hann hevur smíðað, og sum nú liva á føroyinga tungu. Eisini verður borið við hann sum orðasavnara og orðabókahøvund.?

Eftir ein døgurðasteðg heldur sviin Bo Almqvist fyrilestur. Hann er professari í Dublin og evni hansara er ?Irland i ord och anda ? Chr. Matras? iriska kontakter och forskning?. Í hesum forkunnuga fyrilestri verður røtt um granskingina hjá Chr. Matras av gæliskum lánorðum í føroyskum og annars tað mentanarsamskifti, sum hevur verið millum Norðanlond, Skotland og Írland.

Leygardagin hin 9. desember verður farið í Norðurlandahúsið at heiðrað Chr. Matras á triða degi. Klokkan 16 fer formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal at siga frá, meðan Jens Pauli Heinesen og Óli á Geilini fara at lesa upp. Árni Hansen spælir eitt brot úr Norsku Løvu hjá Williami Heinesen og Gurðun Gaard mag.art. fer síðani at halda fyrilestur um Chr. Matras undir heitinum ?Menniskjað, málvísindamaðurin og skaldið?. Eftir fyrilesturin syngur Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Bjarna Restorff. Eins og kvøldið fyri verður endað við felagssangi.

Í sambandi við hundrað ára haldið verður eisini framsýning av tilfari um og eftir Chr. Matras á Landsbókasavninum. Framsýningin letur upp á sjálvum hundrað ára degnum, hósdagin hin 7. desember. Henda sama dag kemur út bók ?Chr. Matras: Greinaval ? frøðigreinir?.