Orð og myndir: Dávur Winther
Inni í stóra teltinum stákaðist konan, Jonelisa Rasmussen saman við hópin av hjálparfólki, har tey íðin riggaðu til ein betri kaffimunn við lekkrari rabarbudesert omaná tí avbera væl smakkandi makrelinum.
Grillmeistari er Poul Huus eina mest, sum rættiliga hevur lagt seg eftir at roykja makrel og aðrar fiskavørur. Men Kristian Martin dámar sanniliga væl at hava ein fingur við í spælinum. So hann, sum so mangir aðrir, eru væl við eisini.
Hetta var ein rættur og stórur familjudagur fyri tey, har eisini ommu- og abbaørnini vóru við, saman við hópin av øðrum fólki.
Eisini var snotiliga og prýðiliga snekkjan, Christian í Grótinum víst fram fyri fólki á sjómannadegnum, har tað var “Opið skip”. Teir meta, at eini 3500 fólk vóru umborð og vitjaðu.
Jú, hetta er sanniliga ein stórur dagur hjá Kristian Martin og konuni, sum duga at seta øll segl fyri, at alt eydnast væl – og tað gjørdi tað sanniliga.
Tey meta, at eini 4000 portiónir av makreli og nakað tað sama av frálíku desertini og góðum kaffi fóru um diskin í stóra og hugnaliga teltinum.
Framúr tiltak hjá hesum fantastiskum virki.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##










