Tað var eitt lið, mannað við monnum, sum eru við Christiani í Grótinum, ið vann innandura kappingina í fótbólti millum skipsmanningar. Kappingin hevur nógvu tey seinnu árini verið í KÍ høllini ein av døgunum millum jól og nýggjár.
Liðini vórðu skipað í fýra bólkar, og so varð spælt í fjórðingsfinalu, hálvfinalu og finalu. Í aðrari hálvfinaluni var lokaluppgerð millum eitt lið av Norðborg og eitt av Christian í Grótinum. Í hini hálvfinaluni vann Tróndur í Gøtu á einum øðrum liði við manning av Christiani í Grótinum.
Finaluna vann Christian í Grótinum 1-0 á Tróndi í Gøtu.
Kristoffur Dragaberg hevur tikið myndina av vinnandi liðnum. Teir eru frá vinstru: Oddmar á Lakjuni, Kristian á Lakjuni, John Havn og Frank Joensen.