Sjóverjuskipið Hitra førdi Christian í Grótinum til Dales Voe í Lerwick, har hann nú liggur, meðan skotska sjóverjan kannar málið.
Eftir øllum at døma hevur Christian í Grótinum fiska makrel innan fyri 12-míla markið um Hetland.
Christian í Grótinum fingu 600 tons seinasta túrin í ES-sjógvi. Tá landaðu teir 200 tons í Fuglafirði og 400 tons í Ánunum, skrivar jn.fo.










