Christian í Grótinum á Klaksvík og riggar til

Hann riggar til at kanna makrel og sild

Seint seinnapartin, í gjár, kom Christian í Grótinum í Norðhavnina at skipa fólk og útgerð í land og taka nýtt umborð. Tað er Havstovan, sum hevur leigað skipið til stórar kanningar innan makrel og sild. Samstundis fór Norðborg á nýggjan túr.

 

Talan er um makrel- og sildakanningar við Føroyar eftir leisti hjá ICES, og gera grannalondini eisini sínar kanningar og í ES-sjógvi eftir sama leisti.

 

Siglt verður eftir ávísum korti við 40 støðum ella positiónum, har síðani verður trolað við lítlum troli í ½ tíma. Talan er um vítt øki, heilt suður móti Hetlandi og væl norður um Føroyar – tilsamans verður siglt eini 3360 fjórðingar.

 

Saltinnihald og hitin í sjónum verður kannaður á hvørjum staði og eisini plankton-nøgdin og sjálvandi nøgdin av makreli og sild og hvørjum standi tey eru í.

 

Tá ið granskararnir vórðu spurdir, hvussu stovnurin so hevur tað, vóru tey – har vóru fleiri kvinnur við, sjálvandi varðin við at úttala seg. Men man kundi týðiliga lesa millum rivjabeinini, at stovnurin er væl fyri, og at kanska er enn meira sild, enn í fjør, eystanfyri. Men, sum tey løgdu herðslu á: Hetta má líka kannast betri, og øll tølini eru ikki til skjals enn.

 

Skiparin, Páll Rasmussen, vísti eisini eitt áhugavert filmsbrot um, hvussu makrelurin ferðast í trolinum, eftir hann er komin í tað og tá ið teir koma fram við einum stima. Eisini bar til at síggja, hvussu fiskurin flytur seg, tá ið trolið er á borði.

 

Teir av manningini, sum vóru við, hildu hetta vera spennandi og áhugaverdar royndir, samstundis sum teir fingu okkurt annarleiðis vísindaligt at vita um teirra yrki, nevniliga at fiska makrel og sild. 

 

Eitt av rannsóknarfólkunum á ferðini, sum eftir ætlan skal verða liðug um smáar 14 dagar, var Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu - av góðari útróðrarætt úr Haraldssundi og av Skarði, brotin. Hon hevur lisið lívfrøði og er nú í ferð við eina Ph.D. innan økið, har m.a. kanningar av sild og makreli - slag ella ætt, kunnu hava ein áhugaverdan týdning í hennara granning.

 

Jú, sanniliga er talan um áhugaverdar kanningar, sum sjálvandi kunnu leggjast á samráðingarborðið við eitt hvørt høvið. Tí er skilagott, at Christian í Grótinum kann spæla við her. Men best var, um ein siglandi tjóð sum Føroyar átti hetta amboðið til hesa og so nógvar aðra kanningar.