Christian í bíðistøðu

Christian R. Mouritsen verður neyvan tøkur til dystin á útivølli ímóti NSÍ sunnudagin.

Tað eru nú átta dagar síðani Christian R. Mouritsen mátti lata seg útskifta í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti B68. Hann hevur áður havt trupulleikar við høgra hali, og henda dystin kom skaðin fram aftur í slíkan mun, at hann mátti av vøllinum.


Christian hevur síðani verið til kanningar, men tað er ikki møguligt at fáa greiðu á, hvussu álvarsamur skaðin er. Talan er um skaða í halpútuni, og tað er einans Christian sjálvur, sum kann kenna á sær nær hann aftur verður førur fyri at spæla.


Sjálvur sigur Christian seg vera ivasaman til dystin ímóti NSÍ á útivølli sunnudagin, men helst verður hann ikki at síggja á vøllinum. Hann veit sjálvur ikki nær hann aftur verður førur fyri at spæla.


- Tað kann vera í næstu viku ella í aðru viku, men heilt erligt, so ani eg tað ikki. Eg fái ikki sett tíð á, sigur Christian R. Mouritsen.