Longu dagin eftir at danska Superligan er av, eru fyrstu flytingarnar farnar fram - eisini á venjarabeinkinum. OB, sum hevur havt eitt vánaligt kappingarár í ár og á 10. plássi so dánt megnaði at lívbjarga sær í Superliguni, hevur keypt venjaran hjá Christian Holst og Silkeborg IF, Troels Bech. Hann hevur áður í tveimum atløgum verið venjari hjá OB, nevniliga tíðarskeiðini 2000 til 2002 og 2004 til 2005.
Silkeborg hevur longu funnið avloysaran. Teir hava skrivað hálvt triðja ára sáttmála við fyrrverandi danska U21-landsliðsvenjaran, Keld Bordinggaard.