Christian Høgni missir teir komandi dystirnar

Nýggi áleyparin hjá NSÍ er vorðin skaddur og missir teir komandi dystirnar

Fyrr í summar heintaði NSÍ gomlu kempuna Christian Høgna Jacobsen afturat hópinum til seinnu hálvu. Og sigast má, at NSÍ hevur fingið ein góðan styrk við nýggja leikaranum, tí Christian Høgni hevur skotið 3 mál í trimum dystum fyri barndómsfelagið.

 

Men tá NSÍ í morgin møtir Skála er greitt, at NSÍ áleyparin ikki verður við í hópinum.

 

Christian Høgni Jacobsen fekk ein heldur keðiligan snudd í knæðið í dystinum móti B68 sunnudagin, og tí spælir hann í øllum førum ikki tí næstu vikuna.

 

-          -      Tað er einki farið í knænum, eg havi bara fingið ein harðan stoyt. Tað er sjálvandi keðiligt at eg missi nakrar dystir, men tað er tó gleðiligt at talan ikki er um álvarsaman skaða.

 

Christian Høgni Jacobsen hevur fyrr verið darvaður av keðiligum knæskaða. Kappingarárið 2004 sleit Christian Høgni Jacobsen krossbandið, tá hann spældi fyri danska felagið Vejle. Skaðin viðførdi at Christian Høgni skifti aftur til føroyskan fótbólt, har hann gjørdist toppskjútti í bestu deildini kappingarárið 2005 og 2006.