Fótbóltur: Aðalfundurin var í Tel Aviv í Ísrael, og fyri Fótbóltssambandið vóru Christian Andreasen, FSF-forseti, Niclas Davidsen, starvsnevndarlimur, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari, møttir á fundinum.
Har var høvi at hitta ymisk umboð fyri UEFA, FIFA og Kentaro, sum er fyritøkan, ið hevur sáttmála við Fótbóltssambandið um sjónvarpsrættindi. Eitt nú var fundur hildin við umboð fyri FIFA um øktar fíggingarmøguleikar til Fótbóltssambandið.
Eisini fekk nýggi forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen, hitt forsetan í UEFA, Michel Platini, sum bjóðaði Fótbóltssambandinum á fund í UEFA tann 6. mai. Á tann fundin fara forsetin og aðalskrivarin.










