DANMARK 1. DEILD
Fyrrapartin í morgin fer Christian Høgni Jacobsen undir fyrireikingarnar til landsdystin leygardagin ímóti Skotlandi. Hann er valdur sum ein av møguleikunum í álopinum. Hóast hjálparvenjarin hjá Henrik Larsen, Jógvan Martin Olsen, fyrr í summar hevði Christian Høgna á vongverjanum í NSÍ, so er Vejle spælarin kanska fyrsta valið til føroyska álopið leygardagin.
Men Christian Høgni Jacobsen fekk ikki venjing í álopsspælinum sunnudagin. Hann var vongverji í høgru allar 90 minuttirnar, og tað kann væl vera, at tað verður uppaftur torførari hjá honum at sleppa upp í part aftur í fremstu røð. Fríggjadagin leigaði Vejle Peter Degn frá Brøndby. Hann er ein av spælarunum, sum Michael Laudrup sáldaði frá, tá hann gjørdist venjari. Peter Degn skal fyribils vera í Vejle inntil 30. juni komandi ár. Hann hevur áður spælt í AGF og Everton.
Vejle hevði sunnudagin vitjan av grannunum úr Fredericia. Hesir hava altíð verið fótbóltsligi lítli beiggin í tríkantsøkinum, sum økið Vejle?Fredericia?Kolding verður rópt. Tí var tað einki minni enn ein sensatión, at teir fóru til hús við 1?0 sigri. Áskoðarafjøldin í góðveðrinum var metstór fyri hetta kappingarárið ? 2.231 ? og sjálvsagt kom tapið sera illa við hjá Vejle.
Fredericia var sera verjukent. Teir komu á odda, tá tað bara restaði ein lítil løta av fyrra umfarinum, og so vardu teir. Vejle hevði møguleikar, men teir høvdu ilt við at bróta ígjøgnum í borðunum, og vejlensarar á og kring vøllin vóru sera nipnir, tá dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og grannarnir stóðu við øllum stigunum.
Vejle hevur tíggju stig ? tað sama sum Herfølge og Frem. Hjá hvørgum teirra royndist vikuskiftið nakað serligt. Frem megnaði bara 1?1 á heimavøllinum í Valby ímóti B1913, og Herfølge tapti rudduliga 3?0 í Randers. Freja er næstfremst í 1. deild við tólv stigum.
Ølstykke er fremst við fjúrtan stigum. Hesa ferð vunnu teir 4?2 á Hvidovre, sum Óli Johannesen spældi við síðsta ár. Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, hevði ábyrgdina, tá Ølstykke síðsta kappingarár flutti upp. Nú er Benny Johansen venjari hjá Ølstykke. Tað var hann, sum fyrr í ár næstan var venjari hjá landsliðnum.