Heimasíðan onside.dk skrivar, at felagið hjá Christiani Høgna Jacobsen, Vejle Boldklub, fer á venjingarlegu í Kina í døgunum 18.-28 februar. Venjingarlegan verður í stórbýnum Shanghai, og ætlanin er at spæla tveir dystir ímóti fyrstu deildar liðum úr býnum.
Neyvan við til Spania
Av tí, at venjingarlegan hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Spania verður um somu tíð sum venjingarlegan hjá Vejle, er væntandi, at Christian Høgni velur ferðina til Kina frammum.
Vanliga hevur landsliðsvenjarin verið noyddur at verið útisetanir fyriuttan til venjingardystirnar í byrjani av árinum. Útlendsku feløgini, Ið hava vetrarsteðg, fyrireika seg til várhálvuna, og tí má føroyska landsliðið dúva á leikarar úr heimligu kappingini.
Tað er tó ein sannroynd, at útisetarnir á landsliðnum eru fækkaðir í tali seinastu árini. Umframt Christian Høgna, so er tað bert Jákup Mikkelsen, sum spælir uttanfyri Føroyar. Um hann verður við á venjingarleguni í Spania er enn óvist.