Christian Høgni úti av spælinum í eitt ár

Nú fleiri feløg vístu áhuga fyri honum, og hann stóð á gáttuni at gera av, hvussu fótbóltsframtíðin skuldi verða, hevur krossbandsskaði við sær, at álopsspælarin í Vejle einki kann gera við fótbóltin næsta árið

ILLA SKADDUR ÚTISETI
Jóannes Hansen

Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti. Hetta hevur so ofta verið at hoyrt, og nú er tað enn eina ferð staðfest. Í innlegginum um fótbólt, sum er lagt inn í blaðið í dag, verður skrivað um Christian Høgna Jacobsen og Ian Højgaard, sum báðir higartil hava verið knýttir at Vejle í næstbestu donsku deildini. Í gjár var søgan, at Ian Højgaard hevur sagt upp í Vejle, sum ikki hevur viljað givið honum nakra samsýning fyri at spæla.
Og í dag er søgan um Christian Høgna Jacobsen uppaftur meiri harmulig. Í fyrradagin varð á sjúkrahúsi í Kolding, har Ole Dichman er serlækni, sum hevur tikið sær av nógvum ítróttarfólkum, staðfest, at fremra krossbandið í øðrum knænum hjá Christian Høgna er farið. Tað er neyðugt við skurðviðgerð. Hon er ásett at skula vera 16. apríl. Næstu átta vikurnar eftir skurðviðgerðina skal Christian Høgni binda fullkomuliga frið, og so skal hann so spakuliga fara undir uppvenjingina, sum tað verður vónað fer at hava við sær, at hann um eitt ár aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.

Krossbondini kosta nógv
Diagnosan hjá fremsta manninum á landsliðnum er mest sum meinlík henni hjá aftasta verjuspælaranum á landsliðnum. Nógvu teir seinastu mánaðirnar hevur Jón Rói Jacobsen stríðst ? og hann stríðist enn ? við at koma fyri seg aftur, eftir at tað var neyðugt at skurðviðgera krossbandið. Hjá Jón Róa hevði skaðin við sær, at hann ikki slapp at halda fram at spæla fótbólt í Brøndby.
Hvørjar avleiðingar skaðin hjá Christian Høgna fer at hava við sær, ber ikki til at siga nakað um enn. Men tað sigur seg sjálvt, at álvarsami skaðin fer at hava avleiðingar fyri fótbóltsframtíðina, sum annars tóktist heilt spennandi.
? Sáttmálaskeiðið í Vejle verður liðugt síðst í juli. Síðsta tíðina havi eg tosað við Vejle. Teir hava sagt seg vera áhugaðar í at leingja samstarvið, og teir hava hava lagt uppskot um nýggjan sáttmála fyri meg. Onnur feløg hava eisini boðað frá, at tey hava verið áhuga í at fylgja við í, hvussu tað hilnaðist hjá mær nú í vár. Tað gjørdu tey, tí tey vóru áhugað í at kanna, um tey mettu meg vera ein møguligan framtíðar spælara hjá teimum. Nú er eingin møguleiki fyri hesum. Í hvussu so er ikki næsta árið, staðfestir Christian Høgni Jacobsen, sum leggur afturat, at okkurt av feløgunum, sum hann hevur havt samband við, er umboðað í superliguni.
? Hetta er so harmuligt og kom so illa við, at tað ikki enn er rættuliga runnið upp fyri mær, sigur Christian Høgni Jacobsen úr Vejle. Hann greiðir frá, at inntil fyrrapartin týsdagin helt hann, at tað var meniskurin, sum tað var galið við:
? Eg merkti eitt sindur til pínu, tá ið vit fyri góðum tveimum vikum síðani høvdu spælt ímóti Horsens. Síðani havi eg ikki verið førur fyri at spæla við í dystum. Fystioterapeutarnir hildu ikki, at talan var um álvarsligan skaða. Eg royndi at venja, men týsdagin í síðstu viku var heilt galið. Tað dragnaði í knænum, tá ið eg royndi at seta av fyri við høvdinum at senda bóltin ímóti málinum. Eg var í skannara her í Vejle, og tað varð mett, at tað var meniskinum, sum tað bilaði við. Tað var ásett, at eg skuldi leggjast undir skurð 14. apríl. Men teir í felagnum hildu, at hetta var ov leingi at bíða. Teir ynsktu, at tað varð skundað undir viðgerðina. Tí sendu teir meg til privat sjúkrahús í Kolding. Har var tað, at teir týsdagin staðfestu, at talan als ikki var um meniskskaða, men heldur um krossbandsskaða, greiðir Christian Høgni Jacobsen frá.
Hann hevur glett seg til at vera partur av landsliðnum, sum í juni skal spæla ímóti Hollandi og seinni í heyst ímóti Fraklandi. Nú er Christian Høgni greiður yvir, at hann ongan lut fer at eiga í hesum.

Framtíðin
Christian Høgni er fevndur av generellu tryggingini, sum allir fótbóltsspælarar í Danmark hava umvegis feløgini. Síðani hann fór til Danmarkar at royna seg sum fótbóltsspælari, hevur hetta verið fulltíðar starv hjá fyrrverandi NSÍ spælaranum. Hvat tíðin skal ganga við næsta árið, umframt at hann skal stríðast við venjingar, ið hava sum mál at vinna førleikan í knænum aftur, hevur Christian Høgni Jacobsen ikki enn gjørt upp við seg sjálvan. Áðrenn hann flutti til Danmarkar, leyk hann hægri handilsskúlaprógv á Kamsdali.
? Nú halda vit páskir, og so skal eg leggjast undir skurð. Tað verða ivaleyst góðar stundir at hugsa um møguleikarnar í framtíðin. Eg havi ikki slept dreyminum at liva av at spæla fótbólt. At álvarsami skaðin hevur minkað nógv um vánirnar sigur seg sjálvt.
Onkuntíð áður hevur Christian Høgni verið skaðaplágaður. Men tað hava verið skaðar, sum einki hava havt við nýggja skaðan at gera.
? Talan hevur verið um smávegis vøddaskaðar í lørunum. Eg havi hildið, at hetta hevur havt við graslíkisvallirnar í Føroyum at gera. Men talan hevur ongantíð verið um álvarsamar skaðar av tí slagnum, sum nú heldur mær burtur frá fótbóltinum.