AB legði flúgvandi frá landi, tá ið Christian Høgni Jacobsen og teir vunnu 4-0 í Kolding. Tað vignaðist ógvuliga væl hjá Christian Høgna Jacobsen og AB, sum í dag vóru á útivølli ímóti Kolding FC. AB vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Í venjingardystunum hevur tað gingið striltið hjá Christian Høgna Jacobsen at finna vegin til meskarnar, men í dag glapp tað. Christian Høgni Jacobsen skoraði til 3-0, tá ið tað restaðu tólv minuttir.









